2016-03-11 09:13

Klokkan 23:44 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður gekk við eini øks í Miðvági. Løgreglan fekk sera nógvar fráboðarnir um hendingina.
Tá løgreglan kom á staðið var maðurin enn illur, og áðrenn løgreglan fekk sissað hann, høgdi hann øksina í løgreglubilin, sigur Jón Klein Olsen fyri JN.fo. Hendingin fór fram við gomlu løgreglu-støðuna í Miðvági(myndin).
Løgreglan mátti brúka peperspray móti manninum, og hantók so mannin. Maðurin situr nú í klivanum í Klaksvík.
Løgreglan kannar nú hvat er hent í Miðvági í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald