JN

Myndir: Heimsins størsta víkingaskip kom á Havnina í kvøld

...

2016-05-01 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heimsins størsta víkingaskip kom á Havnina í kvøld, talan er um norska skipið Draken Harald Hårfagre, sum er bygd í Haugesund. Arbeiði uppá at byggja Draken Harald Hårfagre byrjaði í 2010, og skipið var sjósett í 4. juli 2012.

Tá skipið var sjósett hevði eingin royndir við at sigla eitt so stórst víkingaskip, og fyrsta árið var brúkt til at fólk kundu læra seg við skipinum. Í mai 2013 var víkingaskipið sín fyrsta túr.

Draken Hararld Hårfagre hevur 50 árar, men tað mugu tvey fólk til hvørja ár, so fyri at rógva skipið skulu 100 fólk til. Víkingaskipið er 35 metrar langt og 8 metrar breitt, tað vigar 70 tons og er bygt úr eikitræ. Segli á skipinum er 300 kvatratmetrar.

Skipið er tað størsta í nýggjari tíð, men í víkingatíðini var vanligt at skipini høvdu støddina, sum Draken Harald Hårfagre hevur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder