JN

Næstbestu hjá H71 góðu Kyndli mótstøðu

...

2016-01-17 23:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Coca-Cola steypakappingin: Kyndil tók í dag móti teimum næstbestu hjá H71. H71 ætlaði at vísa, at Kyndil ikki kundi vænta at fáa ein lættan dyst, liðini fylgdust væl, men tá 20. min. vóru farnir, var H71 á odda 7-9. Hálvleiksstøðan var 14-13 til Kyndil.

Tað sum avgjørdi dystin var, at H71 ikki megnaði at fáa mál í heilar 12. minuttir í seinna hálvleiki, tá 12. min. vóru farnir av seinna hálvleiki var H71 á odda við tveimum 16-18. Men teir fingu ikki mál næstu løtuna, og tá 24. minuttir vóru farnir var støðan 24-19 til Kyndil. Kyndil vann dystin 24-21.

Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Hans arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardsen 3, Tórður S. Guttesen, Torvald Abrahamsen, Bjarni Sørensen 5, Bartal Klein Olsen 7, Hjalti Mohr Jacobsen, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Bárður Johannesen 1, Jóni G. Viderø, ??lavur Reginson av Fløtum, Tróndur Wardum og Hanus Johansen.

H71 2: Jens á Skipagøtu, Elberg E. Klettheyggi, Rasmus Rasmussen 2, Boas heinesen 1, Halgir D. Olesen 4, Djóni G. Joensen 1, Esbern Patursson 6, ??lavur Joensen 2, Poul Sìmun Niclasen, Niklas Højgaard 2, Poul Agnarson 2, Bergur Ákason 1, Karl ??. Rasmussen og Aleksandur L. Black.

Støður í dystinum: 

5. min. 2-3

10. min. 5-5

15. min. 6-6

20. min. 7-9

25. min. 9-11

30. min. 14-13

35. min. 15-15

40. min. 16-17

45. min. 18-18

50. min. 21-18

55. min. 24-19

60. min. 24-21

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder