JN

Niklas: Alt riggaði hjá okkum

...

2016-04-21 08:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár var fyrra FM-finalan í FTZ-deildini millum VÍF og H71. Dysturin var í Vestmanna, og VÍF var nógv betra liðið, og vann dystin 31-20. Vit fingu fatur á stórspælarnum í VÍF málinum Niklas Simonsen eftir dystin.

Sì eisini filmsbrot og myndir frá dystinum her.

Hvussu upplivdi tú dystin?

- Hann var góður, vit byrjaðu eitt sindur vánaligt, og komu afturum 1-3, men so haldi eg at vit klára at rista nervarnar av okkum, og byrja at spæla ordiligt. Eftir tað koma vit beinavegin á odda, og blíva við at spæla góðan hondbólt. Tað endar so við, at vit vinna dystin við 11 málum.

Les eisini: Ingi: Verjan hjá okkum stóð sera væl.

Hvussu ber tað til, at tit spældu so gott, sum tit gjørdu?

- Vit spældu á heimavølli, og vit vóru møguliga meira uppsettir enn hvat H71 var. Alt hjá okkum riggaði.

Høvdu tit vænta at vinna so nógv?

- Nei tað høvdu vit ikki vænta, vit høvdu vænta ein sera javnan dyst. H71 var favorittur at vinna dystin, so tað hevðu mæli í høvdinum, at vit møguliga fóru at tapa. Men tað hugsaðu vit ikki so nógv um, vit spældu bara okkara spæl og tað loysti seg so.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder