2016-04-08 15:47

SSL: Nú kemur 36. túrur inn í siglingina hjá Smyrli. Hesin túrur verður settur inn hósdagar. Nýggja ferðaætlanin kemur í gildi frá 21. apríl 2016.
Strandferðslan hevur valt at lata fráferðir hósdag líkjast fráferðum mánadag og mikudag, so eitt ávíst ferðamynstur er. Tó er seinasti túrurin av Krambatanga hósdag oyramerktur til vinnuflutning úr Suðuroynni, og verður hann sigldur sum í dag kl 17:30.
Á henda hátt eru minst tríggir dagar í vikuni, har bæði norðoyingar og suðuroyingar kunnu ferðast oyggjarnar millum at gera ørindi uttan at skula ferðast frá morgni til myrkurs.
Nýggja ferðaætlanin sæst her.
Bygdaleiðir í Suðuroy koma eisini at verða broyttar í samband við broytingarnar hjá Smyrli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald