2016-03-16 09:23

Søkt verður eftir starvsfólki at røkja umhvørvisplássið í Vága kommunu at byrja skjótast gjørligt.
Starvslýsing:
Umhvørvisplássið er á Innaru Bryggju í Miðvági og er opið 2 tímar um dagin týsdag til leygardag.
Umhvørvisplássið liggur undir Tekniska økinum hjá Vága kommunu. Starvsfólkið hevur tilvísing til Havna- og Vegaumsjónarmannin.
Umsjónarfólkið hevur ábyrgdina av:
??? At burturkastið verður skilt væl og virðiliga og at bingjurnar vera rætt og væl fyltar.
??? At hjálpa og vegleiða fólki, sum kemur við burturkasti, so alt verður skilt rætt.
??? Um okkurt av misgáðum verður lagt í skeiva bingju, hevur starvsfólkið ábyrgdina av, at hetta verður lagt í røttu bingjuna.
??? At halda umhvørvisplássið reint og ruddiligt.
Vit vænta av tær at tú:
??? Dugir væl at fara við fólki.
??? Ert blíð/ur og fyrikomandi og tó hevur myndugleika.
??? Ert røkin, røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur og nærløgd/lagdur.
??? Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Setanartreytir:
Talan er um parttíðarstarv. Arbeiðstíðin er týsdag til fríggjadag frá kl. 16 - 18 og leygardag frá kl. 14 - 16.
Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir skulu vera Vága kommunu í hendi innan týsdagin 29. mars kl. 8 og skulu sendast til:
Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
360 Sandavági
Ella við telduposti til [email protected]
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tekniska leiðaran (tlf 794405) ella Havna- og Vegaumsjónarmannin (794470)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald