2016-05-01 09:09

07Vestur.fo: Í dag, kl. 16:00, verður oddadystur við Margáir. Og, er steypadysturin seinasta leygardag nakað at meta eftir, verður talan um eitt veruligt brak av einum fótbóltsdysti.
Hjá okkum hevur gongdin í 1. deild verið góð seinastu dystirnar. Vit hava vunnið 5 á ræð, tveir teir seinastu 3-0, móti ávíkavist Giza/Hoyvík og Víkingi. Spælið hevur eisini verið rættiliga gott til tíðir, og serliga hevur verjan staðið seg væl. Tá tað so nakrar fáar ferðir hevur gloppið, hevur Ivan tikið sær av tí, sum til dømis móti Víkingi.
Vit hava bestu verjuna í 1. deild. Bert 4 mál eru komin í gjøgnum í 7 dystir, tvs. at vit spæla meira enn 157 minuttir fyri hvørt mál ímóti. 4 dystir hava vit hildið nullið, harav tveir teir seinastu.
Sum skilst eru allir leikarar tøkir uttan Solomon, sum helst er úti nakað enn. Søren verður møguliga klárur at byrja, nú hann hevur fingið nakrar minuttir seinastu tveir dystirnar. Men kappingin er hørð um fremsta plássið, tí Gunleif hevur skotið mál uppá samliband, síðan hann bleiv fluttur fram, og er deildur toppskjútti í 1. deild við 8 málum.
Undan kappingini vóru EB/Streymur stórfavorittar at fara við gullinum og fremsta uppflytingarplássinum. Tað hevur eisini ljóðað úr Sundalagnum, at heimamennirnir í morgin halda seg hava sera sterkan hóp, og sjálvsálitið er stórt.
Serliga eru tað rutineraðir leikarar sum Marni Djurhuus, Leif Niclasen Brian Olsen og Rógvi E. Nielsen, sum draga tað tunga lessið. Síðstnevndi, sum eisini er liðskipari, sær út til at verða í góðum formi og er kanska besti spælarin teir hava.
Hvussu er og ikki fáa vit at síggja í morgin. Er steypadysturin, har vit til tíðir spældu heimaliðið av vøllinum, nakað at ganga eftir, hava vit so í øllum førum ein møguleika at ikki koma tómhentir vestur aftur. Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald