JN

Vitni saknast framvegis til harðskapsmál

...

2016-04-20 21:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgreglan saknar framvegis vitni, ið kunnu hava sað okkurt seinasta sunnumorgun (17-04-16 uml. kl. 03:50) millum Klubbagarðin og Tinghúsvegin í Havn, tá nakrir manns fóru til hendurs.

Okkurt vitni hevur givið seg til kennar, men framvegis eru nakrir ósvarðaðir spurningar ið løgreglan ynskir lýstar. Við góðari hjálp frá borgarum, er eyðnast løgregluni at finna gerningsmannin, sum hevur partvíst játta seg sekan.

Samband fæst við løgregluna á telefon 35 14 48

vaktleiðarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder