Ítróttur

Bogaskjótisamband Føroya - hevur gingist væl í dag

.

Savnsmynd av Anju.

Savnsmynd av Anju.

2025-07-14 18:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Tað er háspenningur á Orknoyggjum, nú pílarnir, sum eftir eru í full FITA-kappingini, fækkast. Hjá monnum compound er Nikkel Petersen á odda við 1084, jóannes Poulsen er nr 4 við 1070 stigum - 3 stig frá triðjaplássinum, Jógvan Niclasen er nr 5 við 1049 stigum, og Bogi Andreasen er nr 6 við 1048 stigum. 23 skjúttar kappast her.
Hjá kvinnum compound er Anja Eydnudóttir á odda 1089 stigum, og Helena við Misá er nr 6 við 999 stigum. Her kappast 11 skjúttar.
Hjá monnum recurve er Hans Petur Højgaard á odda við 2012 stigum, og Bárður Magnusson er nr 10 við 840 stigum. 32 skjúttar kappast hjá monnum recurve.
Hjá recurve kvinnum er Pernille Krogh á fimta plássi við 895 stigum, Tóra Dinna Reynskor er nr 6 við 855 stigum, og Barbara Krossteig hevur 759 stig á 12. plássi. 22 skjúttar kappast har.
Bæði compoundliðið og recurveliðið eru á odda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder