Vinnuhúsið: Fleiri og meira fjøltáttaðar bústaðir á marknaðin. Tað er neyðugt fyri at gera Føroyar til eitt lokkandi stað at búgva. Samstundis er eitt økt útboð av bústøðum besta loysnin at fáa ein bústaðarmarknað, har prísirnir ikki vera trýstir upp av stóra eftirspurninginum.
Hóast hetta ljóðar einfalt, hava tey almennu tiltøk, sum verða sett í verk, ofta øvugtan virknað. Bústaðarpolitikkurin má fáa fokus aftur á útboðssíðuna: at fáa bygt nógv og varierað.
At tað er útboðssíðan, sum politiska skipanin eigur at hava sítt høvuðsfokus á, er væl í tráð við tað, sum Búskaparáðið javnan ger vart við í sínum konjunkturfrágreiðingum. Eitt nú vísti Búskaparráðið í síni várfrágreiðing í 2022 á, at fólkatalið vaks skjótari enn talið á bústøðum[1].
Um útboðið skal økjast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at land og kommunur mugu fokusera á hesi tiltøk:
- Tað má útstykkjast meira
Kommunurnar mugu raðfesta og framskunda útstykkingar til bústaðarendamál, serliga av íbúðum. Harumframt eiga kommunurnar at seta ferð á fyrisitingarliga avgreiðsluna í sambandi við byggiloyvi o.l., har tað kann vera stórur munur á kommunum.
- Krøv um ymiskar støddir
Tá útstykkingar verða bjóðaðar fram til bygging, eiga kommunurnar at seta krøv um eitt ávíst býti av støddini av teimum íbúðum, sum verða bygdar. Um nakrar íbúðir hava eitt meira avmarkað fermetratal, vera tær væl bíligari, og tað kann geva húskjum ein møguleika at koma inn á bústaðarmarknaðin. Tá tørvur verður á fleiri fermetrum, ber til at selja íbúðina og keypa eina størri íbúð ella eini sethús.
Tað má eisini vera eitt hóskandi býti millum leigu- og eigarabústaðir – og tað eigur at vera fokus á bæði.
- Javnbjóðis treytir til almenna og privata bygging
Um eftirspurningurin eftir bústøðum skal nøktast, mugu treytirnar hjá almennari og privatari bústaðarbygging javnsetast. Um tað almenna eitt nú brúka stórar upphæddir til at stuðla almennari bygging, fara fleiri privatir íleggjarar sannlíkt at trekkja seg, tí kappingin verður so ójøvn.
Ein treyt fyri at økja um útboðið av bústøðum er, at allur kapitalur verður forrentaður við marknaðarrentuni, eisini hjá Bústøðum og líknandi almennum feløgum og grunnum. Um kapitalurin verður forrentaður, ber eisini til hjá Bústøðum at selja bygningarnar til onnur feløg, og hugsavna seg um raksturin. Á henda hátt, fær Bústaðir eisini nýggjan kapital til at seta gongd í nýggjar íbúðarverkætlanir, uttan at tað er neyðugt at hækka leiguna.
Tað, sum man absolutt ikki eigur at gera, er at fara víðari við tí modelli, sum Bústaðir og Tórshavnar kommuna hava valt í Dalabú í Havn. Hóast roynt verður at marknaðarføra verkætlanina sum almannagagnliga, er hon ikki tað. Tvørturímóti er almenni stuðulin til eina ov dýra verkætlan við til at minka um privata áhugan at byggja fleiri bústaðir, og harvið verður trýst lagt á prísstøðið á býlum.
Lat bústaðarpolitikkin snúgva seg um at fáa sett veruliga ferð á útboðið av bústøðum, og lat so skipanina við leigustuðli lofta teimum, sum hava tørv á hjálp til leiguna. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
[1] Búskaparráðið, várfrágreiðing 2022: ”Í tíðarskeiðinum 2014 – 2021 er fólkatalið í Føroyum økt við góðum 5.540persónum. Í sama tíðarskeiði eru umleið 1.440 nýggjar bústaðareindir bygdar. Er talið av persónum í hvørjum húski 2,85 í miðal í Føroyum[1], svarar tað til ein tørv á umleið 1.940 nýggjum býlum. Hóast hesi tøl ikki svara neyvt til tørvin, benda tey á eitt ov lágt útboð av bústøðum í mun til eftirspurningin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald