Sørvágs Country & Blues Festivalur fer av bakkastokki í kvøld, týskvøld við tiltøkum til tey eldru, og síðani byrjar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara hósdagin, við Bassafestivalinum til tey smáu. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið framføra høvuðsnøvnini til ársins festival.
Fríggjakvøldið kl. 22:00 framførir Ray Scott úr Nashville, USA, á Dunga palli. Við síni djúpu, mjúku bariton rødd og sterku søgusøgnum hevur Ray Scott gjørt seg kendan sum ein av teimum mest autentisku røddunum í nútímans country. Hann kemur úr North Carolina og hevur síðan 2005 givið út fleiri plátur, har hann heldur fast við tann klassiska country stílin.
Blaðið Billboard skrivar: “Sangskrivingin hjá Scott er gjølla tilgjørd, har hann dregur fram tekstir og søgur, sum samsvara við hansara framúrskarandi rødd”.
Blaðið RollingStone skrivar: “Bariton-røddin hjá tí North Carolina-fødda, sum minnir ikki sørt um røddina hjá Johnny Cash, er serlig og silkimjúk”.
Nýggjasta útgávan, Billboards & Brake Lights, er eitt must fyri øll, sum elska veruligt country!
Leygarkvøldið verður tað Robert Mizzell úr USA, búsitandi í Írlandi, ið framførir á Dunga palli kl. 22:00. Robert er ein av teimum fremstu countrytónleikarunum í Írlandi. Hann hevur givið 15 solo studioútgávur og tvær fløgur út higartil. Hann er støðugt á ferð í Írlandi og Bretlandi saman við sínum bólki. Robert varð kosin ‘Yndis countrysangari í Írlandi’ í einari lesarakanning, ið varð gjørd av RSVP blaðnum. “Kick Ass Country” var fyrsti veruligi hittarin hjá honum, men sangurin “Say You Love Me” gjørdi hann kendan í hvørjum heimi í Írlandi. Aðrir sangir so sum m.a. ‘Mama Courtney’, ‘Two Rooms and a Kitchen’, ‘The Farmer’, ‘John Deere Beer’, ‘Louisiana Saturday Night’ og ‘Say You Love Me’ hava verið við til at gjørt Robert til ein av kendastu country listafólkunum í heiminum. Robert Mizzell er sera virkin, og prógvar ferð eftir ferð, at hann er ein av bestu country tónlistafólkunum í heiminum. Hansara heita lyndi og erliga persónligheit vinna honum støðugt nýggjar fjepparar. Ummælarar eru samdir um, at hann leggur hjarta og sál í hvønn sang - og prógvar harvið, hví hann er ein av teimum fremstu í sjangruni.
Hóast útlendsk nøvn, skrivar Country Festivalurin í tíðindaskrivi, at festivalurin er fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll eru spent at sleppa at spæla góðan country tónleik á festivalinum. Millum annað verða Hallur Joensen, Magni Christiansen, Kristel Lisberg, Lyon Hansen, Blátt Gras, Signar í Homrum við bólkinum ROX, Strámenn, Ólavur á Váli Olsen, Marianna Winter, Sommerson Band, SørVings, Danny & the Veetos, Ragnar í Vík og Lokalar røddir at hoyra í Sørvági í vikuskiftinum. Øll framføra góðan og frískan countrytónleik á hvør sín serstaka hátt.
Í alt verða tvey nøvn úr USA og heili 14 føroysk nøvn at hitta á ársins Country Festivali í ár.
Meira kunning, skrá og atgongumerki eru á heimasíðuni hjá Country & Blues Festivalinum www.country.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald