
Deildin verður skipað við einum deildarleiðara og einum starvsfólki. Harumframt hevur deildarleiðarin eisini sum uppgávu at samskifta og skipa arbeiðið hjá 10 tímaløntum hjálparfólkum, sum eru kring landið, har vitar eru staðsettir.
Arbeiðsdagurin er á skrivstovuni og úti um landið. Viðkomandi skal hava førleika og vilja at vitja arbeiðsøkini í Føroyum, bæði við báti og til gongu.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
- At hava dagliga leiðslu av Vitaverkinum og sjóuppmerking í Føroyum
- Regluligt eftirlit av rakstrar- og viðlíkahaldsstatus hjá vitum og DGPS-støðum
- Seta í verk viðlíkahalds- og nútíðargerð av verkætlanum
- At gera árligt eftirlit og støðumeting av vitum
- At gera útboðstilfar
- Umboða Sjóvinnustýrið í IALA og NFO
Útbúgvingarkrav:
Til starvið krevst ein av niðanfyri nevndu útbúgvingum:
- Handverkari
- Maskinmeistara útbúgving, el-verkfrøðing, maskinverkfrøðing ella samsvarandi
- Góð evni at leiða og at standa fyri verkætlanum
Ynskiligt er at viðkomandi hevur útbúgving ella royndir við telesamskiftisútgerð og radio-navigatiónsútgerð.
Førleikakrøv:
- Leiðsluroyndir
- Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
- Góð evni at leiða og at standa fyri verkætlanum
- Gott tekniskt innlit í bæði el og elektronikk
- Trygdarskeið
Tað er ein fyrimunur um umsøkjari hevur innlit í navigatión.
Ynskiligt er, at umsøkjari hevur leiðsluroyndir, royndir frá líknandi verkligum starvi og at viðkomandi hevur førleika innan almenna umsiting.
Setanartreytir
Starvið er tænastumannalíknandi og verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið, á flokki 35-1. Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið í Vágum.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 21. juli. 2025, kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Hans Johannes á Brúgv tlf. 355600.
Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá. Sjóvinnustýrið hevur harafturat ábyrgd og rakstur av Vitaverki og sjóuppmerking. Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald