461.064 ferðandi fóru um flogvøllin, og er hetta 3,8% meira enn í 2024, tá talan var um 444.035.
“Hóast fyrsti ársfjórðingur av árinum var heldur slakur, so var so mikið av vøkstri restina av árinum, at talan samanumtikið gjørdist um 3,8% rætta vegin”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “Vøksturin er ikki stórur, men hóast alt er hugaligt at síggja framgongd, eina framgongd, sum vit eisini vænta fer at gera seg galdandi í 2026”.
Nøgdin av farmi, sum fór um Vága Floghavn í 2025, setti somuleiðis met. Samanlagt fóru 8.419,2 tons av farmi um flogvøllin, og er hetta 16,3% meira enn tey 7.237,2 tonsini, sum talan var um í 2024.
“Her er tað serliga útflutningurin av laksi, sum FarCargo og Bakkafrost standa fyri, sum ger stóra munin. Hetta virksemið tók av álvara dik á seg í 2024 og vaks munandi í 2025. Útlit eru til, at vøksturin á hesum økinum heldur fram komandi árini”, sigur Regin I. Jakobsen at enda.
Sí eisini:
Prát við Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu
Viðmerking til skriv frá Vinnumálaráðnum.
Sí skrivi frá Vinnumálaráðnum her.
Hava gjørt 1500 metrar av gøtu og er brúgv gjørd um ánna úti á Grøv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald