2025-08-11 09:03

Meting fyri viku 33, 2025
Samandráttur.
Línuskip. Eitt frystilínuskip fiskar við Føroyar og so er eitt í Nafo økið. Restin liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum. Tveir av teimum landa í vikuni, meðan tann triðji helst landar í aðru viku. Trolarirnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu.
Partrolarar: Bara eitt par er úti. Okkurt parið fer út í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald