Vinna

Fleiri ferðamannaskip til Vágar í 2026

Visit Vágar, saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu, luttók í farnu viku á Seatrade Europe-messuni í Hamburg. Endamálið var at hitta umboð fyri ferðamannaskip og byggja sambond, sum kunnu gera, at fleiri skip leggja leiðina til Vágar í framtíðini.

2025-09-19 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta árið hevur Visit Vágar arbeitt málrættað við eini verkætlan, ið hevur til endamáls at fáa fleiri ferðamannaskip at vitja okkara øki. Talan er ikki um stór cruiseskip, men um smærri ekspeditiónsskip, sum hóska væl til havnirnar í Vágum.

Hesi skip hava ikki nógv ferðafólk, men tey hava ofta eitt til felags: tey ferðast við serligum áhuga fyri søgu, landafrøði, náttúru ella mentan. Tey ynskja upplivingar og útferðir, sum eru sniðgivnar við teirra áhuga fyri eyga. Júst hetta gevur okkum ein møguleika at vísa fram styrkirnar hjá Vágum – frá søguligum minnismerkjum og lokalsøgum til fjølbroytta náttúru og mentanarlív.

Ferðamannaskipini hava sostatt ikki bara týdning fyri sjálvt ferðavinnuna, men skapa eisini ringar í vatninum. Tey geva arbeiði og møguleikar hjá smærri fyritøkum, handlarum, matstøðum, caféum og ferðaleiðarum. Á henda hátt fáa vit eitt fjøltáttað vinnulív, sum styrkir bæði búskap, trivnað og menning í kommununum.

Í summar vóru trý skip skrásett at vitja Vágar, men vegna veður kundi bert eitt teirra leggja at. Í 2026 verður tó nógv meira virksemi – heili níggju ekspeditiónsskip hava longu boðað frá, at tey ætla sær at vitja Miðvág, Sørvág og Bø.

– “Smærri ekspeditiónsskipini hóska serliga væl til Vágar. Ferðafólkini, sum koma higar, hava ofta eitt serligt áhugamál – tað kann vera søga, náttúra ella mentan – og hetta gevur okkum møguleika at vísa fram styrkirnar í økinum á ein burðardyggan hátt. Hetta er ikki bara gott fyri ferðafólkini, men eisini fyri okkara vinnulív og trivnað, tí tað skapar ringar í vatninum og gevur beinleiðis ágóða fyri smærri fyritøkur og borgarar í økinum,” sigur Anja Magnussen, virkandi menningarleiðari í Visit Vágar.

Visit Vágar og kommunurnar gleða seg til at taka ímóti, og saman við bygdafólki og øðrum lokalum aktørum verður arbeitt miðvíst fyri at gera vitjanirnar til nakað serligt. Hetta er eitt stig afturat í at menna Vágar sum ferðamál – burðardygt, fjøltáttað og við upplivingum, sum ríka bæði gestirnar og nærumhvørvið.

Visit Vágar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder