2025-06-19 16:49

FØROYAR á heimavølli
A-landsliðið hjá monnum skal spæla tveir landsdystir inni í Dal á Sandi um vikuskifti.
Fyrri dysturin verður millum Føroyar og Azerberjan fríggjakvøldið kl: 19:00 og seinni dysturin verður millum Føroyar og Eysturríki sunnudagin kl:17:00.
Føroysku mennirnir hava verið í Íslandi farna vikuskifti og vunnu teir á Íslandi. Hetta var ein góð byrjan uppá kappingina hjá okkara monnum.
Seinni dysturin var ímótið Svøríki. Í tí dystinum spældu føroyska liðið væl, men mótstøðan var ov sterk og taptu vit dystin 3-0.
Um vikuskifti er Flogbóltssamband Føroya aftur vertir av Silver League kappingini hjá CEV.
Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar og børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd.
Dystirnir vera vístir í Televarpinum og á www.eurovolley.tv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald