2025-09-11 07:49

Soleiðis verður koyrt komandi sunnudag, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í Vegasúkkling.
Vit hava sjálvandi verið á leiðini áður, men júst hesin teinur er ikki royndur áður.
Ringt er at spáa um veðrið, men yr.no hevur roynt, og teir lova nú minni gott veður sunnudagin fyrrapart. Regn, so ...! Ikki tykkum at siga, hetta kann broytast áðrenn sunnudagurin upprennur.
Kappingin byrjar klokkan 9 sunnudagin 14. septembur , og skulu allir súkklarar møta til innskriving klokkan 8 uppi við Tjarnir.
Tveir teinar
Opin bólkur koyrur beint yvir 100 kilometrar. Kvinnur og unglingar koyra ein nakað styttri tein.
Meðan Opin bólkur vendur við Ljósáir, so vendi kvinnur og unglingar við rundkoyringini við Norðskálatunnilin, og fara síðan beina kós suður gjøgnum Sundalagið. Opin bólkur skal til Saksun at venda, áðrenn kósin verður sett suður gjøgnum Sundalagið.
GG! Tað er eitt krav, at allir luttakarar hava lykt á súkkluni tá kappast verður.
Sersambandið fyri Súkkling og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald