
Havstovan: Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað minni enn undanfarnu tvey árini. Vanliga er toskurin størri enn 80 cm, men í ár var nakað at fáa av toski, sum bert var 60-70 cm til longdar og bendir hetta á, at tilgongdin hevur verið góð. Toskurin var ikki so væl í holdum sum tey árini, tá lítið var til.
Tað var framvegis sera nógv at fáa av hýsu og var hýsan óvanliga rak í mun til onnur ár.
Eins og onnur ár át toskurin nebbasild og krabbadjór, meðan hýsan át ormar og smá krabbadjór umframt ormastjørnur og igulker.
Sum nakað nýtt var ein reyðsprøka fingin á Føroyabanka.
Sjóvarhitin við botn lá millum 9 og 11 oC.
Túrfrágreiðing kann lesast her.
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald