Ítróttur

Fýra lið í Vágum blivu steypavinnarar

BÓNUS steypafinalur fyri ung í flogbólti hevur verið í Kollafirði um vikuskifti.

2026-02-08 09:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

U19 kvinnurnar hjá Mjølnir Steypavinnarar

Mjølnir og SÍ (25-16 18-25 15-10)
Mjølnir kvinnurnar høvdu eina sera góða byrjan. Álopini hjá Mjølnir vóru hørð og sótu væl. SÍ stríddist og royndi fyri tað mesta at taka ímótið álopunum frá Mjølnir. Mjølnir vann sannførandi 1. sett 25-16.

Sett byrjaði heilt øðrvísi enn fyrsta sett. Nú var vent í holini, tí SÍ hevði bæði avbjóðandi servur og álop. Hóast SÍ var frammanfyri, misti Mjølnir ikki mótið og stríddu seg upp á 18 stig, til frustratión fyri SÍ.

Triða og avgerðandi settið byrjaði púra javnt. Men, tá á stóð megnaði Mjølnir at hála sigurin í hús 15-10. 

Dagsins leikari var Elisabeth Vilhelmsen Norðoy
[object Object]
[object Object]
----
ÍF steypavinnarar hjá Mannsunglingum

Ternan - ÍF (21-25 23-25)
Tað var ein tættur steypadystur millum Ternuna og ÍF. Í fyrsta settið spældi Ternan sikkurt, ímeðan ÍF leikarirnir gjørdi fleiri feilir.
Í øðrum settið rættaði ÍF um feilirnar og serliga hevði Hákun Nón góðar mótøkur, blokk og smash. ÍF sá út til at vinna dystin, tá støðan var 20-24, men tá kempaði Ternan seg aftur inn í dystin. ÍF tók sítt fyrsta time out í dystinum tá støðan var 22-24 og sítt seinna time out tá støðan var 23-24. Seinasta og avgerðandi smashið í dystinum, átti dagsins spælari, Hákun Nón.

Dagsins spælari: Hákun Nón
[object Object]
[object Object]
----
Steypafinalan Gentur 14 Bólkur 1

SÍ-Mjølnir (25-11 25-14)
Tað var eingin yvi um hvat var betra liðið í fyrsta dystinum til steypafinalurnar fyri yngri, sum verða spældar í Kollafirði um vikuskifti. 
SÍ skarðaði framúr, við góðum mótøkum, smash og tryggum servum. Mjølnir stríddist við mótøkunum og høvdu fleiri tekniskar feilir.

Dagsins leikari: Anna Katrina Í Haraldstovu
[object Object]
[object Object]
---
BÓNUS Steypafinalan hjá Dreingir 17 
Dreingir 17 
Ternan - ÍF (25-16 25-18)
Í steypafinaluni hjá dreingjum 17 var tað ein finala, har tað var munur á liðunum bæði í aldur og styrki.  Ternan hevur vunnið allar sínar dystir í landskappingini. Dreingirnir hjá ÍF spældu væl og góvu Ternuni mótstøðu.  

Dagsins leikari: Elias Búðason Jensen
[object Object]
[object Object]
---
G12 Dráttur - Sí (24-26 12-25 15-13)
Steypadysturin millum hjá gentur 12 Dráttur og SÍ, var ein grannauppgerð í háspenningi. Tað var stuttligt at síggja hvussu væl bæði liðini verðuliga kempa fyri hvørjum bólti. 
Í fyrsta settið vóru Dráttur genturnar frammanfyri nærum alt settið, men til seinast megnaði SÍ at toga seg inn í settið og vann 24-26. 
Seinna settið var ørðvísi. Her hevði Dráttur munin og vann 12-25. Triða og seinasta settið var sera spennandi og fylgdust bæði liðini allatíð. Til seinast megnaði Dráttur at fara avstað við siðrinum. 

Dagsins leikari: Brá Ebbadóttir (Dráttur)
[object Object]
[object Object]
----

BÓNUS finalan Dreingir 12 

SÍ - TB (25-16 25-15)

Í steypafinaluni hjá dreingjum 12 møttust SÍ og TB. Hetta eru lið, sum bæði hava sterkar spælarar. 

Tíverri fyri TB kom ein av bestu leikarunum til skaðis. Hetta merktist væl á TB liðnum. 

Sí vann dystin greitt 2-0.

Dagsins leikari: Jóhan Høgnesen

[object Object]

[object Object]

----

BÓNUS steypafinalan Gentur 14 B2
Ternan - TB (15-25 20-25)
Í steypafinaluni hjá gentum 14 bólki 2, møttust Ternan og TB. TB var klárt tað betra liðið og tað sást aftur í álopunum. 
Í øðrum setti gjørdi TB fleiri óprovikeraðar feilir og tekniskar feilir, samstundis, sum Ternan servaði ser væl. 
Hetta gjørdi at Ternan hálaði seg inn aftur í dystin, men tað var ikki nokk til at vinna dystin. 

TB vann dystin greitt 2-0.
[object Object]
[object Object]
----
BÓNUS steypafinalan dreingir 14
TB steypavinnarar.
Dreingir 14 TB-SÍ (25-16 25-19)
Í steypafinaluni hjá dreingjum 14, vóru tað tvey óguliga ymisk lið, sum møttust. TB leikarirnir vóru stabilt góðir og klárt tað betra liðið og tað sást aftur í bæði álopum og servum. 

Dagsins leikari: Páll Hansen 
[object Object]
[object Object]
----

BÓNUS steypafinalan gentir 16

Steypafinalan hjá gentum 16 í millum Sí og KÍF, var en uppgerð ímillum tvey lið, sum vildu vinna.

Tekniskt eru bæði liðini sterk. SÍ hevði serliga góð álop, ímeðan KÍF hevði góðar mótøkur. 

KÍF manglaði góð álop fyri at av álvara bjóða SÍ av. 

Dagsins leikari: Anna Katrina í Haraldstovu
[object Object]
[object Object]
----

BÓNUS STEYPAFINALA Kvinnu unglingar

Mjølnir STEYPAVINNARAR 

Mjølnir - Sí (25-16 28-26)

Steypafinalan hjá kvinnuunglingum, var ein finala við serligari góðsku. 

Mjølnir vóru serliga góðar frammi við netið, har Maria Theresa var klár í blokkinum og straffaði við góðum smasjum. 

Í øðrum setti, servaði Heiðrun Sunadóttir Fjallsbak, frá Fleyr góðar og avbjóðandi servir, sum vendi dystinum í evstu løtu. Mjølnir stóð annars til at vinna dystin greitt. 

Fleyr gav Mjølnir harða mótstøðu til tað síðsta. 

[object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder