Tað koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki, og hevur Slovenia longu spælt seg víðari. Teir hava fingu 4 stig.
Føroyar hevur 3 stig, og hevur ein málmun á +13 mál.
Sveis hevur 1 stig, og hevur ein málmun á -3 mál.
Montenegro hevur einki stig, og kunnu ikki spælar seg víðari.
Klokkan 17:30 í dag spæla Sveis og Montenegro, og okkara dystur ímóti Slovenia er klokkan 19:30.
Tað kann henda at longu áðrenn okkara dyst í kvøld, at vit hava spælt okkum víðari til Malmø. Skal tað henda, so skal Montenegro fáa stig ímóti Sveis. Men vinnur Sveis dystin, so eru Føroyar og Sveis jøvn í stigum.
Fáa vit stig í okkara dysti í dag ímóti Slovenia, so eru Føroyar víðari, men tapa vit dystin og Sveis vinnur sín dyst, so er tað málmunurin sum avgerð hvør kemur víðari. Í løtuni hevur Føroyar 16 mál í málmuni í mun til Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald