2025-12-16 12:30
Laksalúsin er framvegis stóra felags avbjóðingin hjá alivinnuni. Tí er avgerandi, at rætt verður farið fram fyri at tryggja varandi aling fyri okkum og okkara eftirkomarar. Les meira í frágreiðingini um nýskapandi átøk hjá Hiddenfjord.
Stórur dentur verður eisini lagdur á miðvísa arbeiðið at minka um CO2-útlátið. Átøk, sum t.d. at gevast við flogflutningi, at nýta sólpanel og at nýta fóður við minni CO2-útláti, hava minkað samlaða CO2-útlátið hjá Hiddenfjord heili 39% frá 2019 til 2024, samstundis sum framleiðslan er vaksin við 42% í sama tíðarskeiði.
“Hetta prógvar, at vøkstur og minni útlát kunnu ganga hond í hond við røttu átøkunum og miðvísum arbeiði við burðardygd,” sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
Starvsfólkahópurin hjá Hiddenfjord er vaksin nógv seinastu fimm árini. Í 2024 arbeiddu 456 starvsfólk og vóru tilsamans 357 ársverk í felagnum. Arbeiðið við sosialari burðardygd hjá Hiddenfjord verður eisini lýst í frágreiðingini.
Les ESG frágreiðingina um burðardygd hjá Hiddenfjord her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald