Ítróttur

Hjálparvenjarin: Vit fara at gera alt fyri at vinna

Hvat dysturin millum Sveis og Montenegro endar við, hevur einki at siga fyri okkara spæl í kvøld, sigur hjálparvenjarin.

Mynd av Peter Bredsdorff-Larsen, sum feldi nøkur tár eftir søguliga EM-sigurin fyrradagin.

Mynd av Peter Bredsdorff-Larsen, sum feldi nøkur tár eftir søguliga EM-sigurin fyrradagin.

2026-01-20 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 19:30 (20:30 lokala tíð) í dag spæla Føroyar ímóti Slovenia. Tað verða báðir teir somu sum móti Sveis og Montenegro, sum sita uttanfyri aftur í dag. Tað eru Helgi Hoydal og Kjartan Johansen

Hjálparvenjarin - Hjalti Mohr Jacobsen - hevur í morgun prátað við JN, Portalin og KVF.

Føroyar kunnu hava spælt seg víðari áðrenn dysturin byrjar í kvøld. Les meira um tað her. - Tað hugsa vit ikki um. Tí vit skulu gera alt fyri at hava so nógv stig víðari til Malmø, og tí koma vit at spæla við sterkasta liðnum, tó er óvist hvør at okkara strikuspælarum byrjað inni, sigur Hjalti.

Annars um Slovenia kann sigast, at teir eru sera sterkir á skjótálopum, og fara helst at spæla nógv uppá tað. Vit skulu standa ímóti fyrsta trýstinum, og so fara teir at spæla 6 ímóti 6. Vit fara at royna at fáa teir at skjóta langt úti frá í dag.

Í verjustøðu ætlar Slovenia helst at koyra nógv uppá at stjala bóltar millum vong og bakk.

Í álopsspælinum fara vit at royna at loypa á Borut Mačkovšek, og tá ið skifta strikuspælarin út, so fara vit at royna at loypa meira á mitt á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder