2026-02-27 18:02
Við í ryggsekkinum havi eg seks og eitt hálvt ára royndir úr føroyskum politikki. Eg havi roynt meg sum andstøðupolitikari, samgongupolitikari og landsstýriskvinna. Hetta eru royndir, eg ikki vildi verið fyriuttan, og eg eri innarliga takksom fyri hvørja einastu atkvøðu, eg havi fingið á seinastu valunum, og fyri álitið, mær er víst.
Vit hava úr rúgvuni fingið framt betri barsilstreytir, eitt lønarlyft, náttúruverndarlóg, almannagagnlig bústaðarfeløg, sammøður hava fingið sjálvsøgd rættindi, lesandi hægri lestrarstuðul, eina samlaða pantskipan, bústaðarskyldu, nógv veðurlags- og umhvørvisátøk eru framd og kvinnur hava fingið rætt at ráða yvir egnum kroppi og framtíð.
Eg havi ongantíð ætlað mær at vera livibreyðspolitikari. Heldur eru tað hjartamálini, sum hava drivið meg. Teimum ætli eg enn at arbeiða fyri, nú á ein annan hátt, í tí sum ofta verður kallað ”tað veruliga lívið”. Eg havi fingið starv í Amnesty Føroyum, har eg framhaldandi fari at arbeiða fyri einum rættvísari heimi, samstundis sum eg geri meg lidna við eina master í professionellum samskifti.
Eg eri framvegis javnaðarfólk, og eg takki hjartaliga fyri allar møguleikarnar og stuðulin, sum eg havi fingið frá flokkinum.
Tað skrivar Ingilín D. Strøm á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald