
Mikudagin vitjaði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Vága kommunu. Við á vitjanini vóru Marjun Thomasen, stjóri í Landsverki, Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari hjá Landsverk, umframt embætisfólk og ráðgevi frá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
Landsstýrismaðurin varð móttikin av Bjarna Prior, borgarstjóra sum hevði bjóða landsstýrismanninum og umboðum frá Landsverk vestur á fund, at tosa um stóru avbjóðingarnar, ið standast av vaksandi ferðsluni í kommununi. Á fundinum greiddi borgarstjórin frá, hvussu økta ferðslan í kommununi ávirkar trivnaðin hjá borgarunum, og legði fram visjónina hjá Vága kommunu fyri næstu 10 árini – har burðardygg samferðsla og tryggleiki eru í fokus.
Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er støðugt vaksandi og kommunan fegnast um útbyggingina flogvøllinum sum gagnar føroyska samfelagnum, men staðfestir samstundis, at fleiri og størri átøk eru neyðug, fyri at tryggja eina haldgóða og trygga ferðslu gjøgnum Miðvág og Sandavág nú ferðafólkatalið og ferðslan væntast at økjast munandi næstu árini. Stórsti parturin av vegnum gjøgnum Miðvág og Sandavág er landsvegur, sum Landsverk hevur ábyrgd av. Og virkar vegurin sum ein innkomuvegur frá flogvøllinum til restina av landinum.
Ferðsluráðgevin, Mikkel H. Frandsen, legði fram støðuna hjá kommununi og greiddi frá teimum trupulleikum, sum eldra vegakervið, bygt í 1960- og 70-árunum, hevur við sær í dagsins samfelag. Hann vísti eisini á møguligar loysnir og hugskot, sum kunnu bøta um støðuna, og tryggja bæði ferðslu gjøgnum bygdirnar, og tryggleika fyri borgararnar í Vága kommunu.
Á fundinum var semja um, at hugt eigur at vera eftir eini langtíðarætlan, sum er alneyðug fyri at framtíðartryggja vegakervið og ferðslutrygdina í Vága kommunu, og innkomuvegin frá flogvøllinum. Men ímeðan vit bíða eftir einari varandi loysn, so sum ein tunnil, mugu munandi batar gerast við ferðslutrygdina ígjøgnum Miðvág og Sandavág, so borgarar kunnu kenna seg tryggar, og at trivnaður fram við vegnum aftur verður raðfestur. Peningur má fáast til vega, so at Landsverk fær loyst uppgávuna, og takkaði borgarstjórin landsstýrismanninum og stjóranum fyri Landsverk, at fyri at vilja hyggja uppá møguligar loysnir fyri at betra um støðuna. Landsstýrismaðurin og stjórin á Landsverk skiltu sera væl álvaran í boðskapinum, sum borgarstjórin borðreiddi fyri teimum á fundinum, og takkaðu fyri greiða kunning um ferðsluviðurskiftini, og fyri framløguna um tær spennandi ætlanirnar sum liggja fyri framman í Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald