
Tey fingu eina mynd sendandi, frá hvørjum hava tey ikki sagt okkum enn, óivað fylgdi ein tekstur við, og staðfest varð, nær myndin var tikin, hvar skipið var júst tá- osv. Og so fóru tey til verka, tey ringdu og skrivaðu til bæði ein og annan, gravaðu í søguni, brúktu tímar at kanna- fyrst og framst fyri at staðfesta sannleiksvirðið í henni.
Enn vita vit ikki um tey halda á, men tað vit vita er, at alt byrjaði við einari mynd, og óivað einum teksti, sum onkur sendi teimum á Kvf, áðrenn hon varð borin víðari!
Kvf og hamas
Seinastu mánaðarnar hava miðlarnir, Kvf íroknað, fingið mynd eftir mynd, video eftir video, tekst eftir tekst sendandi um og frá ymiskum, sum hendir í Miðeystri, einamest í Gaza. Spurningin, eg seti mær sjálvum, er: hvussu væl hava tey eftirkannað myndirnar, søgurnar, ella ótespiligu videobrotini, sum tey hava borið okkum víðari, m.a. beinleiðis frá terrorfelgasskapinum hamas???
Onnur hava gjørt sær sama ómak sum Kvf. hevur gjørt sær við Galaxy. Hesi hava kannað leysasøgurnar og myndirnar, sum eru blakaðarí høvdi á fólki, frá hamas, frá al- jazeera og øðrum bæði óheftum og bundnum alheimsfelagsskapum. Lat meg stutt nevna tríggjar avdúkingar, sum hetta hevur borið við sær, tríggjar avdúkingar, sum eg ikki minnist meg hava sæð ella hoyrt endurgivnar í Kvf.
Avdúkingarnar
1: hjartaskerandi myndir av svøltandi og doyggjandi børnum í Gaza, sum við nærri kanningum vísa seg at vera børn, sum líða av íbornum sjúkum, sum geva teimum júst tað neyðarsligu útsjóndina, sum falsararnir ynskja sær.
2: smádrongurin, sum bleiv kendur um allan heim av myndum, sum vístu hann deyðan, náðileyst skotnan av ísraelskum soldatum, meðan hann stóð í bíðirøð eftir neyðhjálparmati. Vikur seinni vórðu hann og mamman funnin av ísraelum. Bæði á lívi, men burturkrógvaði av hamas.
3: Eftirgjørda myndin av vaksnum og børnum standandi grátandi og rópandi eftir mati, við skeiðum, skálum, koppum og øðrum íløtum í hondini, men handan einari menniskjagjørdari forðing, so tey onki fingu. Nærri kanning avdúkaði, at her var talan um eina falsmynd, tilrættisløgd í besta filmsstíli av fotografum og journalistum, sum ynsktu øsandi myndir at senda Kvf. og øðrum, sum glaðbeint taka ímóti.
Nýggi Galaxy stílurin
Eg gleði meg at síggja og hoyra teir og tær, sum dag eftir dag og kvøld eftir kvøld kritikleyst hava borið óeftirkannaði tíðindi og myndir inn í føroysku stovurnar- í nýggja galaxyhaminum. Tí nú er ikki at gevast í hálvum leiki, nú mugu hesi somu eisini fara at eftirkannað og granska tíðindi, myndir og videobrot uttan úr heimi, eins og gjørt verður í søguni um Galaxy. Hetta skylda tey okkum, heldur enn kritikleyst at senda hamastíðindir inn í føroyskar stovur!
Jenis av Rana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald