
Leiðingin verður løgd frá Frælsinum til hitamiðstøðina á Eirargarði, og verður hitaveitingin frá Fjarhitafelagnum klár at virka tíðliga í 2026.
Avtalan merkir, at Landssjúkrahúsið fær eina umhvørvisvinarliga og støðuga orkuloysn, meðan Fjarhitafelagið í serligum føri kann brúka avlopsorku frá hitamiðstøðini á Eirargarði.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur:
Tað hevur stóran týdning, at vit sum samfelag raðfesta burðardyggar loysnir. Við hesari avtaluni tryggja vit bæði eina umhvørvisvinarliga orkuloysn og eina støðuga veiting, sum passar væl til eitt sjúkrahús við høgum krøvum til tryggleika og álítandi rakstur.
Eg fegnist um samstarvið millum P/F Fjarhitafelagið og Landssjúkrahúsið. Saman taka vit ábyrgd fyri framtíðini og liva upp til okkara grønu visjónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald