Politikkur

Landsstýriskvinnan kunnað vinnuna um landagóðkenning frá Brasil

.

2025-06-17 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Í dag hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum og Jógvan Hansen, formann í Ráfiskakeyparafelagnum at umrøða landagóðkenningina frá Brasil.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, greiddi frá víðari tilgongdini. Enn eru nøkur stig eftir, men væntandi kann útflutningurin byrja í heyst. 

Umboðini fyri vinnuna fegnast um landagóðkenningina og vinnan er spent um at kunna fara undir fyrireikingar at útflyta saltaðan fisk til Brasil.

Báðir partar eru samdir um at fara undir at fyrireika eina vinnuferð til Brasil komandi vár við luttøku av landsstýriskvinnuni og umboðum fyri vinnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder