Politikkur

Landsstýrismaðurin vitjaði Framherja í Fuglafirði

Hósdagin í síðstu viku vitjaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, reiðaríið Framherja í Fuglafirði. Endamálið við vitjanini var at fáa kunning um virksemið hjá Framherja og at hoyra um framtíðarætlanirnar hjá felagnum.

2025-05-27 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Anfinn Olsen og Elisabeth D. Eldevig tóku ímóti landsstýrismanninum saman við yngra ættarliðinum í fyritøkuni, og greiddu tey frá, hvussu Framherji rekur sín flota av fiskiskipum, sum fevnir um bæði línuskip og uppsjóvarskip. Reiðaríið hevur sjey skip, sum fiska uppsjóvarfisk, botnfisk og rækjur í føroyskum og altjóða sjógvi.

Landsstýrismaðurin fegnast um møguleikan at vitja Framherja og at fáa eitt betri innlit í gerandisdagin hjá einum av týðandi aktørunum í føroysku fiskivinnuni. Hann leggur dent á týdningin av einum opnum samstarvi millum vinnuna og myndugleikarnar fyri at tryggja eina burðardygga og kappingarføra fiskivinnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder