2026-01-28 20:47
MBM VK5 í Sørvági leygardagin 31. januar
Fimta umfar av MBM Vetrarkappingini verður runnið í Sørvági leygardagin 31. Januar. Ítróttarfelagið Frælsi er vertur.
Runnið verður frá Sørvágs Kirkju til Bíggjar. Vent verður beint eftir Bø. Runnið verður aftur til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.
Teinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 1,5 km. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km.
Skráseting byrjar kl. 10.00 í Marghøllini í Sørvágs skúla, og renningin verður sett í gongd kl. 11.00.
Skifti- og brúsurúm eru ikki tøk.
Aftaná kappingina bjóðar Frælsi suppu og drekkamunn í Marghøllini.
Tilmelding umvegis tilmeldingarsíðuna á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið 30. januar kl. 24.00. Kostnaður kr. 100,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn.
Kappast verður í hesum bólkum:
• Kvinnur / menn opin bólkur (f. 1981 -2009)
• Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1971-1980)
• Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1961-1970)
• Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1960 ella fyrr)
• Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2005-2009)
• Gentur / Dreingir (f. 2010-2014)
• Gentur / Dreingir (f. 2015-2022) – (telja ikki við í samlaðu vetrarkappingini).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald