2025-05-25 17:50

Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið væl hjá 07 Vestur síðani felagið segði høvuðsvenjarin - Dan Brimsvík - úr starvi tann 12. mai.
07 Vestur vann í dag 3-1 á B68 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Hetta er annar sigurin á rað hjá 07 Vestur, og er liðið nú omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Í dag var tað Schjønberg, sum stóð á síðulinjuni hjá 07 Vestur, hann var annars venjari hjá felagnum frá januar 2022 til juli 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald