Mentan

Myndir: Hava verið í Vestaruskor

Í dag vóru sandavágsmenn og sleptu hornaseyðum í Vestaruskor, sum liggur norðantil í Vágum.

2025-05-20 21:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Teiir møttu á Oyrargjógv kl. 10 við 19 seyðum, báturin Barbara úr Vestmanna kom út á Oyrargjógv at sigla seyð og fólk á Slættanes, haðani seyðirnir vórðu riknir niðan í Skoradal og so inn í skorarnar.

Veðrið var av tí allarfagrasta, bæði seyðirnir og mennirnir, ið við vóru dugdu at njóta dagiin. Alt gekk uppá stás, og heimafturkomnir bjóðaði Fía Selma suppu og breyð.

Ein sera vælegnaður dagur má sigast.

Myndir: Jóanis Nielsen, Hjalgrímur á Heygum og Heini Hanusarson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder