
Vitjanin hevði eisini ein serligan leiklut: at geva innlit í samstarvsverkætlanina millum Vága kommunu og Fróðskaparsetrið um burðardygga framleiðslu av grønmeti, frukt og øðrum plantuvøkstri. Verkætlanin hevur sum mál at minka um innflutningin av matvørum, samstundis sum hon skal styrkja sambandið millum børn og náttúru og vekja áhugan fyri burðardyggum lívshátti longu í barnaárunum.
Eisini varð vitjað á stovninum Sóljugarði, har leiðarin, Jana Egholm, greiddi frá námsfrøðiliga arbeiðinum. Síðani gekk leiðin fram við ánni, gjøgnum viðarlundina og niðan ímóti vakstrarhúsinum. Á leiðini varð steðgað við náttúru perluna Fosshyl, har matpakkin varð etin, og høvi var at njóta bæði veðrið og vakra náttúruøkið. Onkur var eisini so djørv og hoppaði í hylin og fekk sær ein frískan svimjitúr – saman við eini ørgrynnu av børnum, sum vóru komin beint úr skúlanum og niðan í Fosshyl at spæla og svimja.
Í vakstrarhúsinum tók Olevina Egilstoft ímóti, og hon greiddi frá plantunum og tí grønmeti, sum verða dyrkað, og um granskingarpartin av verkætlanini. Granskarar frá Søgu- og Samfelagsdeildini og Námsvísindadeildini savna inn dátur um burðardygd og veita námsfrøðiliga ráðgeving, so verkætlanin bæði stuðlar undir umhvørvisligu heimsmálini hjá ST og styrkir trivnað og lærdóm hjá børnum í kommununi. Verkætlanin snýr seg um at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri børn at kunna sáa og dyrka egnar plantur og grønmeti. Borgarstjórin greiddi eisini frá upprunanum til verkætlanina, møguleikum og framtíðar dreymum, sum liggja fyri framman.
Gestirnir vístu stóran áhuga fyri bæði innihaldinum og møguleikunum í verkætlanini og komu við fleiri hugskotum til, hvussu hon kann mennast víðari – eitt nú við alternativum upphitingarloysnum til vakstrarhúsið. Sum nú er, verður húsið ikki hitað, men nýtir einans hita frá sólarljósinum, meðan kuldin um kvøldarnar og veturin setur sínar avmarkingar fyri, hvat kann dyrkast í vakstrarhúsinum.
Borgarstjórin, Bjarni Prior, fegnast um vitjanina og sigur, at verkætlanin er eitt fyrsta stig í eini longri ætlan um at gera kommununa meira burðardygga og sjálvbjargna:
– Tað snýr seg ikki bert um grønmeti, men um okkara samleika, mentan og framtíðartrygd, sigur hann.
Við hesum samstarvi vísir Vága kommuna veg í tí grøna skiftinum – og vitjanin hjá Námsvísindadeildini var eitt týðandi stig í at styrkja samstarvið og menna hugskotini fyri framtíðina.
Vitjanin endaði við góðum práti og íblástri, og sita vit eftir við eini sterkari kenslu av, at samstarv og felags hugflog kunnu skapa nýggjar møguleikar – bæði fyri børnini og fyri menningina í Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald