Vinna

Norðingur og Arctic Voyager eru komnir inn við svartkjafti

Norðingur er byrjaður at landa til Havsbrún

2026-01-08 19:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seint seinnapartin kom Norðingur á Fuglafjørð, og byrjaði at landa beinavegin til Havsbrún. 

Norðingur hevur henda túrin fiskað 1900 tons av svartkafti.

Fyri løtu síðani kom Arctic Voyager á Fuglafjørð. Arctic Voyager eigur landingartørn tá ið liðugt er at landa Norðing.

Arctic Voyager hevur fiskað 1850 tons av svartkjafti.

Bæði skipini hava roynt í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder