2025-07-25 15:19

Nýtt føroyskt vodka
Eitt nýtt vodka frá føroyska felagnum, 62Nordic Spirits, er klárt til ólavsøkuna.
Einki er spart, hvørki viðvíkjandi fløsku ella innihaldi.
Fløskan er eykend við føroysku tjóðarlitunum, bindimynstri og við myndum innaní av lunda, kópakonuni og drangunum í Vágum. Drykkurin er framleiddur úr vatni úr Lopra, ið gevur ein rundan smakk og egnar seg sera væl til durasnaps ella cocktails.
Vøran er júst komin á hillarnar í Rúsuni, Duty Free í Vágum og umborð á Nørrunu.
Móttøkan hevur verið góð í Føroyum, og áhugi hevur eisini verið uttanlands.
Valborg Jensen er stjóri á 62Nordic Spirits:
”Móttøkan og vælvildin, vit hava fingið í Føroyum, gevur okkum dirvi og treysti til at arbeiða víðari við sambondunum, vit hava úti í heimi. Vit síggja góðar møguleikar fyri at víðarimenna og útflyta hesa vøru.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald