2025-08-12 09:45

Grønlendski trolarin Polar Princess kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við góðum 900 tonsum av frystum makreli, sum teir landa í Kollafirði.
Teir hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, nógv skip eru í altjóða sjógvi norðanfyri, har eru føroysk, russisk, grønlendsk og íslendsk skip.
Skipari á Polar Princess er Leivur á Rógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald