
Startdómarin bjóðaði barnaróðinum vælkomnum á stevnu kl.13.30.
Fyrsta FM-stevnan í 2025 er nú farin afturum. Veðrið var heilt hampuligt at byrja við, men sum tíðin leið meira út á seinnapartin, vaks vindurin nakað, og alini gjørdust fleiri og uttan steðg, men ikki kann sigast annað, enn at norðoyastevnan í Klaksvík vísti seg sum eitt væleydnað startskot upp á róðrarsummarið.
Eftir barnaróðurin, sum fór av bakkastokki undir hampiligum líkindum, setti eitt javnt æl inn yvir vágnna, tá vaksnamanna róðrarnir skuldu byrja kl. 15.30. Vindur og avbjóðingar við startinum gjørdu, at kappingarnar blivu seinkaðar umleið 30 minuttir – men tað ávirkaði ikki tað góða lagið og stemningin á kaiini.
Ikki kann sigast annað, enn at fyrireikingarnar hjá Klaksvíkar róðrarfelag vóru væl úr hondum greiddar.
Við 96 manningum tilmeldaðum, var hetta eitt av hægstu luttøkunum, sum nakrantíð hevur verið á norðoyastevnu – og tað merktiskt eisini á økinum, bæði millum áskoðarar og íðkarar. At síggja so nógvar bátar á vágnni í senn er ein vøkur sjón.
Nógv sera áhugaverd úrslit vórðu. Í barnaróðrinum hjá gentum vann Broddur við tíðini 02:56.10 – teirra fyrsti sigur síðan 1965, og eisini fyrstu ferð ein gentumanning vinnur í hesum báti. Hjá dreingjunum vann Tekla – teirra fyrsti sigur síðan 2016.
Manningar á Fípini Føgru skuldu ikki minni enn tríggjar ferðir uppá ovasta skammil. Báturin vann bæði hjá dreingjum 14-16 og dreingum 17-18 og eisini í bólkinum við 5-mannaførum kvinnum. Serliga sermerkt er, at Fípan nú hevur vunnið 8 róðrar á rað við dreingjum 14–16, og báturin hevur nú samanlagt 54 sigrar á dreingjasíðuni.
Hjá Gentum 14–16 endaði tað heldur óvanligt: Kollur og Pílur komu báðir á mál við javnari tíð – 06:05.36 – og deildu fyrsta plássið. Kollur vann harvið sín fyrsta róður hjá vaksnum síðan 1998, og Pílur heldur fast í síni søgu, sum báturin har bara kvinnur og gentur hava sigrað.
Sílið hjá gentum 17–18 vann teirra 85. sigur í genturóðrinum, og norðoyastevnan er tann stevnan, tær oftast hava staðið ovast á sigursskamlinum – sum er 19 ferðir.
Hjá teimum stóru bátunum vórðu eisini áhugaverd úrslit. Jarnbardur vann hjá 6-mannafør við kvinnum – sjeynda árið á rað á norðoyastevnu. Sundabáturin gjørdi comeback við fyrsta sigri síðan 2021 og Ørvur í 8-mannaførum trívist væl í Klaksvík. Teir vunnu fyri 13. ferð – fimm ferðir oftari enn á nakrari aðrari stevnu. Hjá 10-mannaførunum vann Havnarbáturin teirra fyrsti sigur síðan á Ólavsøku í 2008.
Næsta FM-stevnan verður í Hvalvík tann 14. juni – og við slíkum róðrum, sum við sóu á norðoyastevnu, er lagt upp til eitt FM-summar, sum kann gerast bæði óvæntað og spennandi. Spenningurin er longu byrjaður – og rógvararnir eru klárir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald