Ítróttur

Rennur maraton nummar 50

69 ára gamli Mads Andreas Simonsen hevur runnið fleiri maraton enn tey flestu. 1. juni rennur hann maraton nummar 50. Renningin gevur vælveru og orku, sigur hann

2025-05-30 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Tá ið Tórshavn Marathon sunnudagin 1. juni verður skotið í gongd, er hetta ein veitsludagur hjá øllum rennarunum. Hjá Mads Andreas Simonsen verður hetta tó ein heilt serligur rennitúrur. Við startnummarinum 50 á bringuni fer hann nevniliga at renna sítt maraton nummar 50.

Sostatt er Mads Andreas helst tann føroyingurin, sum hevur runnið flest maraton. Tá ið vit spyrja runt í maraton-umhvørvinum um føroyingar, sum hava runnið nógv maraton, veit ongin um nakran føroying, sum er komin upp á 50 maraton.

-Eg hugsaði eitt sindur um, hvat maraton skuldi vera nummar 50. Hugsaði um Sydney, men so fall valið á Tórshavn Marathon, tí sjálvandi skal eg renna tað í Føroyum, sigur Mads Andreas.


Byrjaði seint

Hann byrjaði lutfalsliga seint at renna maraton og var 49 ára gamal, tá ið hann rann tað fyrsta.

-Tað var í New York. Vit búðu í Norra tá, og ein vinmaður helt, at tað kundi verið stuttligt at roynt eitt maraton, so vit meldaðu okkum til í New York.

Ein stór uppliving, men strævið eftir 30 km, sigur Mads Andreas. Tá ið hann eftir 3 tímar og 48 minuttir rann inn um málstrikuna, hugsaði hann, at hetta skuldi hann ongantíð gera aftur. Men longu fáar mánaðir seinni var hann aftur á startlinjuni. Hesaferð í London.

-Vinmaðurin hevði vunnið eitt startnummar til London Marathon, sum var longu várið eftir New York. Eg segði nei, men hann bleiv við at júka, so tað endaði við, at eg fór við honum.

Og so blivu maratonini fleiri og fleiri. Millum annað í Berlin, Prag, Oslo, Samsø og fleiri í Keypmannahavn. Hesi gott 20 árini eru tilsamans 49 maraton-medaljur komnar upp at hanga heima hjá Mads Andreas. Og sunnudagin 1. juni kemur ætlandi nummar 50 í hús.


Skaddur

Tað hevur annars gingið heldur striltið at venja seinastu tíðina. Mads Andreas hevur drigist við skaða í baklærinum síðan í januar. Fyri at avlasta beinið hevur hann skift onkrar av rennitúrunum út við at súkkla til og frá arbeiði - 28 km hvønn vegin - og hetta hevur eisini givið góða venjing. 

-Tað verður ongin super-tíð, men eg skal nokk koma ígjøgnum, sigur hann.

Renningin gevur gleði og vælveru, bæði undir venjing og aftaná. 

-Tíðina eg brúki til venjing fái eg aftur í størri orku, sigur hann.

Mads Andreas er upprunaliga ættaður av Sandi. Eftir nøkur ár í Havn flutti hann til Miðvágs, og í 1997 flutti familjan til Noregs at búgva. Ætlanin var bert at vera har í eitt ár, men mongum brestur ætlan. Nú eru 28 ár síðan, tey fluttu úr Føroyum, og í dag búgva tey í Ølsted í Norðursælandi. 

Mads Andreas rennur við felagnum, Langgarverne, sum er heimahoyrandi í Hillerød. Konan, Hansy, er eisini farin at renna seinastu árini. Umframt renningina fer eisini nógv tíð til gongutúrar í økinum, har tey búgva.


Trý vikuskifti á rað

Nú er hetta at renna maraton eftirhondini ein vani hjá Mads Andreas, men fyrstu maraton-venjingarnar vóru sanniliga ikki nakað spæl.

-Eg minnist teir fyrstu longu túrarnar í maratonvenjingini. Eg var púra ferdigur og mátti ofta sova aftaná venjingina.

Onkuntíð hevur verið stutt ímillum maraton-kappingarnar. Hann hevur roynt at runnið maraton trý vikuskifti á rað - fyrst á Ærø, síðani Keypmannahavn og so í Greve. Hann setti sær fyri at renna øll trý undir 4 tímar, og tað eydnaðist. Umframt maraton hevur hann runnið hópin av hálvmaraton, men tey telur hann ikki.


Eisini strævið á 35-40 km

Hvat er tað, sum er so serligt við maraton-teininum?

-Tað er avbjóðingin í tí. Langi teinurin er ikki bara nakað, tú líka gert. Tú vilt vísa fyri tær sjálvum, at tú megnar hetta.

Og so skulu vit heilsa og siga, at sjálvt ein so garvaður maratonrennari sum Mads Andreas eisini hevur tað strævið, tá ið nakrir og tredivu kilometrar eru farnir afturum.

-Millum 35 og 40 kilometrar spyr mann altíð seg sjálvan "Hví geri eg hetta?". Men í dag eri eg ongantíð í iva um, at hóast tað er strævið, so skal eg nokk klára tað.

Ongar ætlanir um at gevast

Besta tíðin hjá honum á maraton-teininum er 3 tímar og 29 min. Hetta var í Odense í 2016. Tá var hann 61 ára gamal. 

Mads Andreas fyllir 70 ár í summar, men ætlar sær avgjørt ikki at seta renniskógvarnar á hillina. Seinast í september fer hann at renna H.C. Andersen Marathon í Odense. Har fekk hann silvur í sínum aldursbólki í fjør, og áður hevur hann eisini vunnið bronsu har. Í ár ætlar hann sær eftir gullinum. 

Um tað verða 50 maraton aftrat, ivast hann í, men nøkur verða tað í øllum førum, sigur hann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder