Politikkur

Samgongan tekur pengar frá føroyska løntakaranum

Enn einaferð leggja politikarar eftir pensjónini.

2025-08-08 18:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit minnast flatskattin til tey ríku, sum varð fíggjaður við pensjónini hjá føroyska løntakaranum.

Nú leggja Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn aftur eftir pensjónini.

Samgongan heldur fast um at hækka pensjónsaldurin, tað kom fram í Ólavsøkurøðu løgmans, og um tað verður sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn vilja, so skal føroyski løntakarin arbeiða til hann er 70 ár.

Løntakarin rindar sjálvur til egna pensjón, tí eigur løntakarin rættin at ráða yvir egnum peningi.

Um samgongan hækkar pensjónsaldurin, tekur samgongan 1.1066.748 krónur frá einum miðalløntum løntakara, sum hann annars hevði fingið útgoldið frá eginpensjón, fólkapensjón og samhaldsfasta.

Afturat hesum skal løntakarin arbeiða trý ár afturat og gjalda 456.249 krónur í inntøkuskatt, avgjøldum og pensjónsforskatting.

Útgjald frá eginpensjón, fólkapensjón og Samhaldsfasta

[object Object]

Talvan vísur útgjald frá egnari pensjónsuppsparing, fólkapensjón (grunduppghædd og viðbót), har hædd er tikin fyri møguligari mótrokning, og útgjald frá samhaldsfasta. Í útrokningunum verður sagt, at eginpensjón er øll forskattað og at av pensjónsuppsparingini verður 45% goldið út sum lívrenta og 55% verður goldið út sum lutapensjón.

Skattur er ikki roknaður av fólkapensjón og samhaldsfasta, tí roknistykkið skal vísa, hvat borgarin missir av egnari pensjón og hvat landskassin og AMEG spara í útgjaldi við hækkaðum pensjónsaldri.

Inntøkuskattur, avgjøld og pensjónsforskatting

[object Object]

Talvan vísur, hvat løntakarar við ymiskari mánaðarløn rinda í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatti árliga og íalt í 3 ár. Í útrokningini er miðal komunuskattaprosent á 19,97% nýtt.

Avgjøldini fevna um AM-gjald, barsilsgjald, ALS-gjald, kringvarpsgjald og heilstrygdargjald.

Tryggar karmar – eisini, tá tað ræður um pensjón

Nógv verður tosað um tryggar karmar. Føroyski løntakarin skal eisini hava tryggar karmar – eisini, tá tað ræður um pensjónina og pensjónsaldurin.

Ein skipan er longu, ið ber í sær, at pensjónsaldurin kann hækka stigvíst við einum hálvum ári fimta hvørt ár, og at politiska skipanin samstundis ger neyðugar metingar og hyggur veljaran í eyguni. Latið verandi skipan fáa frið.

Tað er púra óneyðugt at Føroya fólk skal stúra fyri, at politikararnir aftur fara at taka pensjónspengar frá teimum og hækka pensjónsaldurin í óðum verkum. Politiska skipanin má gevast við at spæla sær við pensjónina og pensjónsaldurin hjá Føroya fólki.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eiga at halda seg til verandi lóg og í stundini sleppa ætlanunum um at hækka pensjónsaldurin meira enn heimild longu er til.

Fakfelagssamstarvið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder