2026-04-22 09:15
Tað er felagið Kinnfelli, sum fekk menningarkvotu til Katrin Jóhannu. Felagið Kinnfelli eiga tvey onnur feløg líka stóran part av. Talan er um Snarfrost, sum er Henriksen familjan í Sørvági og hitt felagið er Á Mølini, sum Hjarnar - og Árni Dalsgaard eiga í felag.
Í eina tíð hava ymiskar ósemjur verið í Kinnfelli, og tað hevur so við sær at felagið nú verður býtt í tvey.
Snarfrost keypir Katrin Jóhannu við 50% av kvotunum. Felagið Á Mølini tekur hini 50% av kvotunum í eitt nýtt felag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald