Ítróttur

So kom gullið

Á seinasta degi, í seinastu kappingini á Oyggjaleikum á Orkney, kom gullið. Føroyskir súkklarar hava áður vunnið gull í vegasúkkling, men hetta er fyrstu ferð at ein føroysk kvinna vinnur gull í vegasúkkling. Súsanna Skylv vann gull í Criterium súkklukappingini.

2025-07-20 21:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Súsanna luttók í trimum kappingum, og tað bleiv til heðiursmerki í øllum trimum greinunum. Í Einkultstartinum vann hon sær eitt silvursmerki, og í 80 kilometra vegasúkklingini, bleiv tað somuleiðis til eitt silvurheiðursmerki. So kom gullið.

Súsanna ivaðist um hon skuldi luttaka í Criterium súkklukappingini. Hon var tilmeldað áðrenn leiðin gekk til Orkney, men tá hon ikki hevur so drúgvar royndir í júst hesi súkklugrein, so var ikki vist at hon stillaði upp til startin í gjár. Hon ivaðist.

Landsliðsvenjarin, Torkil Veyhe, var sannførdur um, at, eftirsum Súsanna er so sterk, at Súsanna skuldi fáa eitt gott úrslit.

Teinurin var í miðbýnum í Kirkwall. Teinurin var tekniskur, tað vóru nógv sving sum ein mátti koyra lætt og hegnisliga ígjøgnum, um ein skuldi gera sær vónir um eitt pláss á sigurspallinum.

Ivaðist leingi

Torkil og Súsanna tosaðu aftur og fram um hvat og hvussu. Ein rímuliga brøtt brekka var eisini á teininum. Hetta var fyrimunurin hjá Súsonnu, var lanndsliðsvenjarin sannførdur um. Her kundi Súsanna við sínari styrki, troytta kappingarneytarnar.

Tað gjørdi hon. Og tað var skjótt at fleiri av súkklarunum mistu í brekkuni. Tá bert fá umfør vóru koyrd, vóru tað bert fimm kvinnur sum høvdu lagt allar kappingarneytarnar aftur um seg. Fimm kvinnur, harímillum Súsanna Skylv.

Kvinnurnar skuldu koyra ein tein sum var umleið ein kilometur til longdar. Tær skuldu koyra hendan teinin í 45 minuttir, og so skuldu tær koyra fimm finaluumfør.

Rendi á giring

Tá kappingin var hálvrunnin rendi ein súkklari frá Gibraltar á Súsonnu, og hon bleiv kroyst út í giringina. Róðrið gjørdist fast í rimarnar, og ketan datt eisini av.

Hinar hildu leiðina fram, og tá hesar passeraðu málstrikuna, har landsliðsvenjarin stóð, so var ongin Súsanna í eyksjón.

Torkil veit hvussu sterkur súkklari Súsanna er, men tá hann ikki visti um hon var komin til skaðis ella ikki, so var væl skilligt, at hann eina løtu misti vónirnar fyri einum plássi á sigurspallinum.

Hálvan minutt seinni kom hvíti hjálmurin um seinasta svingið áðrenn mállinjuna, og brosið á venjarinum gjørdist nú størri og størri. Nøkur umfør seinni hevði Súsanna minkað um munin, og so vóru bert 15 sekundir upp til høvuðsfeltið.

Tíðin gekk, og spenningurin øktist. Men ikki munurin, hann minkaði støðugt. Tá súkklararnir byrjaðu at súkkla seinastu fimm finaluumførini sat Skylv aftur millum fremstu súkklararnar. Tá dómarin ringdi fyri, at nú var bert eitt umfar eftir, so ”brendi” Súsanna seinasta ”svávulpinnin”, og setti ferð á í brekkuni. Ferðin var ov høg til at Guernsy og Gibraltar megnaðu at fylgja við. Súsanna fekk hol aftur til hinar, og løtu seinna at koyra ”solo” um málstikuna.

Gull til Føroyar. Enn eitt gullheiðurmerki til Føroyar, sum tilsamans vann 40 gullheiðursmerkir, og sostatt vinnari av leikunum 2025. Og enn eitt gullheiðursmerki til føroyska súkkling.

Úrslit hjá kvinnum, Criterium Oyggjaleikir 2025, sæst á leinkjuni niðanfyri:

https://orkney2025results.com/Sports/CYCLING/default.aspx?SportID=5&EventID=92


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder