Vinna

Størstu eigararnir í Smyril Line stovna Smyril Line Holding

Skipanin gevur betri møguleikar at fíggja menning og íløgur í framtíðini, eitt nú at verða skrásett á keypsskála, um ein slík avgerð verður tikin seinni.

2025-12-26 13:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

P/F 12.11.11

Føroya Landsstýri

Framtak

P/F 12.08.14

Shetland Development Trust

og Blue Water International A/S

hava stovnað Smyril Line Holding, sum við stovnan eigur 89% av Smyril Line.

Smyril Line Holding hevur einans eitt endamál: at eiga partabrøv í Smyril Line.

Nýggja skipanin styrkir strategiska grundarlagið hjá Smyril Line og tryggjar støðugan ræðisrætt í Føroyum.

Smyril Line Holding fær somu nevnd og stjórn sum P/F Smyril Line.

P/F Smyril Line heldur fram við virkseminum sum vant, við greiðari ætlan um menning og vøkstur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder