Í gjár helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll. Fyri fyrstu fer í søgu felagsins skuldu nevndalimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum.
Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum burtur, t.d sýsluformenn.
Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.
Áðrenn fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í suðuroy og Vágoy, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen stillaðu allir uppaftur.
Stríðsval at sleppa í nevndina
Sum nevnt skuldu seks nevndarlimir veljast, men, átta valevni vóru at velja í.
Valdir vóru Erling Jacobsen, Gøtu og Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John Frank Haraldsen, úr Sandavági. Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.
Nýggja nevndin tekur við 1. februar 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald