Politikkur

Tíðindaskriv frá Fólkaflokkknum í Tórshavnar Býráð

.

2025-12-19 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Fólkaflokkurin er  fyri  einum Tjóðleikhúsið í Havn - men ikki á Bursatanga


Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð stendur við samtyktina í Tórshavnar Býráð frá 2024, at Tjóðleikhúsið ikki skal verða staðsett á Bursatanga á Eystaru bryggju í Havn.


Hóast borgarstjórin Elsa Berg yvirfyrí KVF hevur sagt, at arbeitt verður við at staðseta Tjóleikhúsið á Bursatanga, so koma umboðini fyri Fólkaflokkin ikki at stuðla hesum.


Eystara bryggja og Bursatangi er til vinnuligt havnavirksemið, og vilja vit ikki á nakran hátt broyta hetta.


Vit taka undir við einum nýggjum Tjóðleikhúsið í Havn, men ein onnur og betri staðseting skal finnast, sum ikki ger seg inn á vinnuliga virksemið á Eystaru bryggju.



Birgir Nielsen, býráðslimur


Høgni Vilhelmsen, býráðslimur


Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder