Mentan

STYRKIN VIÐ YMISKLEIKANUM

FYRILESTUR Á SEGLLOFTINUM Á MENTANARNÁTTINI

2026-05-22 15:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á Mentanarnáttini á Tvøroyri, fríggjadagin hin 29. mai, hava vit fingið ein sera áhugaverdan fyrilestur á skránna. Tað er Seglloftið, ið er karmur um fyrilesturin og fyrilestrahaldari er sjálvur ”mr. Dynamit”, Niclas Heri Jákupsson. Niclas Hera kenna øll frá Føroyska tónleikapallinum og eisini fyri fyrilestrar og teambuilding av ymsum slag.

Um fyrilesturin verður sagt, at hann er ein jaligur og til tíðir stuttligur fyrilestur, um persónstypur. Hóast fyrilesturin er lættur og merktur av einum jaligum stemningi, so er fyrilesturin eisini fakligur og áhugaverdur. Í fyrilestrinum syngir og spælir Niclas Heri eisini nakrar sangir, sum hóska til evnið.

Brot úr ummælum: ”Hetta er ein herligur fyrilestur, har man kennir seg aftur í teimum søgunum, sum Niclas Heri meistarliga ber fram”…. ”Eg bæði græt og flenti – og eg kendi meg aftur í øllum tí, sum bleiv borið fram”.

Forsømið tykkum ikki – fríggjakvøldið 29. mai frá kl. 19:30 fer Niclas Heri í gongd, á Seglloftinum. Tiltakið er ókeypis og til ber at keypa sær okkurt gott, í kaféini hjá Bindi, á Seglloftinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder