
Síðani september í fjør, tá ið føroysku myndugleikarnir yvirtóku umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, hava vit í Vinnuhúsinum fingið alsamt fleiri fráboðanir frá arbeiðsgevarum, sum uppliva, at tað tekur nógv longri tíð at fáa avgreitt umsóknir um nýggj arbeiðs- og uppihaldsloyvi og at leingja verandi loyvi og at fáa loyvini longd.
Í ringasta føri hevur bíðitíðin við sær, at fyritøkur mugu steðga á við virksemi, um loyvini ikki verða givin til tíðina.
Hóast myndugleikarnir hava vitað um hetta eina tíð, eru ongar ábendingar um, at viðgerðartíðin verður styttri; heldur tvørturímóti. Samstundis síggja vit, at grannalond gera tað smidligari at seta útlendsk starvsfólk í starv.
Les eisini Lættari at seta útlendingar í starv í Danmark
Útlendsk starvsfólk hava týðandi leiklut
Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna og teirra virksemi. Tað var ein av høvuðsniðurstøðunum í starvsfólkakanning, sum Vinnuhúsið gjørdi við ársbyrjan í fjør.
Í kjalarvørrinum á kanningini staðfesti búskaparlig greining, at útlendsku starvsfólkini, sum eru komin til Føroya at arbeiða, hava havt ein týðandi leiklut í búskaparliga framburðinum í Føroyum seinastu 10 árini.
Útlendsku starvsfólkini hava verið ein fortreyt fyri tí stóra búskaparvøkstri, vit hava sæð í hesum tíðarskeiðnum.
Í búskaparligu greiningini verður mett, at útlendsku starvsfólkini góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir krónur í 2023. Greiningin vísti eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum í 2022; sannlíkt við 200-300 milliónum krónum.
Landsstýrismaðurin ásannar trupulleikan
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur í svari til fyrispurning í Løgtinginum ásannað, at viðgerðartíðin er vorðin ov long, síðani avgerðarmyndugleikin kom á føroyskar hendur.
Í svari til løgtingsmannin Magnus Rasmussen vísir landsstýrismaðurin í lógarmálum á tøl, sum vísa, at málsviðgerðartíðin eftir Fast Track-avtaluni hava í miðal tikið 47 dagar at avgreiða í 1. ársfjórðingi í 2025.
Landsstýrismaðurin ásannar trupulleikan og staðfestir, at vanliga málsviðgerðin á arbeiðsøkinum hevur tekur longri tíð enn ætlað. Væntaða málsviðgerðartíðin skuldi vera í mesta lagi 30 dagar.
Hetta kann hava neiligar avleiðingar fyri borgarar, vinnuna og aðrar viðkomandi partar.
Hava bíðað upp til sjey mánaðir
Í Vinnuhúsinum hava vit somuleiðis fingið at vita frá fyritøkum, at tað ikki er óvanligt, at umsøkjarar hava bíðað upp til sjey mánaðir eftir svari upp á umsóknir um at leingja verandi arbeiðsloyvi.
Hetta er eisini í tráð við svarið frá landsstýrismanninum í lógarmálum, har hann sigur, at bert fáar umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi eru svaraðar, síðani málsøkið varð yvirtikið.
Í upplýstu tølunum síggja vit, at tað til og við 16. juni í ár einans eru avgreiddar 39 umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi. Til samanberingar vóru í 2024 heili 772 umsóknir um leingjan avgreiddar av SIRI (Styrelsen for International Rekruttering og Integration) og 38 av Útlendingastovuni, sum yvirtók málsøkið tann 1. september 2024.
Tað gevur eitt samlað tal upp á 810 avgreiddar umsóknir í 2024, sum er ein munandi størri nøgd enn tað, sum er avgreitt higartil í 2025.
Um samlaða talið á umsóknum er á sama støði sum farna ár, ið eisini er sannlíkt at rokna við, so skulu yvir 700 umsóknir um leingjan av arbeiðsloyvi avgreiðast komandi seks mánaðirnar.
Hetta er als ikki haldbart, serliga tá ið hugsað verður um, at bert 39 umsóknir eru avgreiddar fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað vísir greitt, at verandi málsviðgerð ikki stendur í mát við veruliga tørvin.
Fleiri møguleikar at stytta bíðitíðina
Í svarinum ásannar landsstýrismaðurin í lógarmálum, at støðan ikki er haldfør í longdini, og at hann arbeiðir við at finna útav, hvat kann gerast.
Í Vinnuhúsinum eru vit samd um, at støðan ikki er haldfør í longdini, men vit mugu samstundis ásanna, at neyðug tiltøk mugu setast í verk beinanvegin. Tì hava vit hesi ítøkiligu uppskot til, hvussu viðgerðartíðin kann styttast:
- Útlendingastovan lænir starvsfólk frá øðrum stovnum og ráðum
Hetta er vanlig mannagongd í grannalondum, tá ið málsviðgerðartíðin á einum øki er vorðin ótolandi. Talan er um eina stutttíðarloysn fyri at fáa málsbunkarnar niður á eitt meira vanligt og rímiligt støði. Hetta tiltak eigur at verða sett í verk beinanvegin. - Fleiri starvslesandi at hjálpa til at viðgerða umsóknirnar
Eitt nú kunnu løgfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum hjálpa til at fáa viðgerðartíðina niður. - Raðfesta íløgur í KT-skipanir og aðrar skipanir, ið effektivisera umsitingina
Arbeiðið at fáa til vega neyðugar KT-skipanir er í gongd, men tað má raðfestast ovaliga fyri at effektivisera arbeiðsgongdirnar sum skjótast. - Leingja loyvistíðina fyri undangóðkenningum úr einum upp í trý ár
Tá ið orkan at viðgera umsóknir er avmarkað, er ein uppløgd loysn at leingja tíðarskeiðið, sum undangóðkenningar av fyritøkum eru galdandi fyri.
Í Danmark er undangóðkenningin galdandi í trý ár, tá ið fyritøkur søkja fyrstu ferð, og fýra ár, tá ið fyritøkur vilja leingja. Tað hevði verið upplagt at longt undangóðkenningina upp í trý ár í Føroyum eisini. - Útvald triðjalond verða viðgjørd á sama hátt sum eftir Fast Track-skipanini
Hetta viðførir, at undangóðkendir arbeiðsgevarar kunnu seta fólk til arbeiðis, so skjótt sum setanin er fráboðað myndugleikunum. Umsóknin verður viðgjørd eftirfylgjandi. Hetta er sami háttur, sum longu verður nýttur fyri starvsfólk úr ES.
Hetta er eisini sami háttur, sum semja er gjørd um í Danmark, har starvsfólk úr 16 útvaldum triðjalondum uttan fyri ES kunnu sleppa skjótt til arbeiðis í Danmark, meðan pappírsarbeiðið verður avgreitt. Talan er um eina loysn, sum krevur broyting í regluverkinum.
Henda loysnin minkar um praktisku avleiðingarnar av longu viðgerðartíðini fyri starvsfólk, sum koma úr útvaldu londunum.
Støðan er álvarslig og krevur átøk nú. Vinnulívið kann ikki bíða. Tí eiga hesi tilmælini at verða sett í verk skjótast gjørligt.
Les og hoyr eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald