Vinna

Varaborgarstjórin røkir almennu uppgávurnar næstu tvær vikurnar

Nú summartíð er, og borgarstjórin, Bjarni Prior, er í feriu, røkir varaborgarstjórin, Jóanis Albert Nielsen, almennu uppgávurnar, sum stinga seg upp næstu tvær vikurnar.

2025-07-18 11:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta almenna tiltakið verður almenn móttøka fyri føroysku bogaskjúttunum sum hava vunnið fleiri heiðursmerki í bæði einstaklinga- og liðkappingum, og úrslitini hava vakt ans og virðing millum hinar luttakandi oyggjarnar á Oyggjaleikunum í ár. Almenna móttøkan verður í hølunum hjá Vágaskot mánakvøldið 21. juli kl. 19.00.

Skrivstovan hjá Vága kommunu er somuleiðis stongd inntil mánamorgun 4. august kl. 10.00. Um átrokandi boð eru, ber til at seta seg í samband við kommunustjóran á telefon 794408.

 Vága Kommuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder