Kvikk landar á Kósini
Línuskipið Kvikk landar á Kósini, teir hava 50.000 pund, meginparturin er toskur og svartkalvi.
Rankin landar í Havn
Rankin landar til Barðið í Havn, teir hava smá 60.000 pund, mest hava teir av svartkalva.
Sigatindur landar í Leirvík
Trolbáturin Sigatindur landar í Leirvík, teir hava 28.000 pund, teir hava mest av flatfiski.
Volunteer landar á Toftum
Línubáturin Volunteer landar á Toftum, teir hava 18.000 pund, mest hava teir av hýsu.