Oknin landar á Toftum
Garnaskipið Oknin landar í morgun á Toftum, teir hava útvið 30.000 pund, meginparturin er svartkalvi.
Polarhav og Stjørnan landa á Kósini
Partrolararnir Stjørnan og Polarhav landa í morgun á Kósini, teir hava 320.000 pund.
Jens Leon landar í Leirvík
Trolbáturin Jens Leon landar í Leirvík, teir hava 23.000 pund, mest hava teir av havtasku.
Otter Bank hevur landað á Kósini í kvøld
Fyrrverandi trolarin hjá Faroe Origin - sum nú nevnist OTTER BANK, landaði á Kósini í kvøld, teir høvdu 40.000 pund.