Vinna

Innflutningurin methøgur í 2021

Samlaði vøruinnflutningurin var 9,3 milliardir krónur í 2021, hetta er 13,8% hægri enn í 2020.

2022-02-17 09:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið yvir 400 milliónir krónur í 2021. Hetta svarar til góð 43%, hóast nýtslan er áleið tann sama í 2021 sum í 2020. Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og 'maskinur og onnur útgerð'. Her vaks innflutningurin ávikavist 234 milliónir krónur og 237 milliónir krónur.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – desember 2020/2021



januar – desembermunur

20202021mió. kr.%





Tilsamans8.131,99.252,71.120,813,8
Tilsamans uttan skip og flogfør7.783,48.979,31.195,915,4
Til hav- og landbúnað538,0628,190,216,8
Rávøra til fiskavirking389,0622,8233,860,1
Til byggivirki858,9819,6-39,3-4,6
Til aðra framleiðslu1.923,92.081,6157,78,2
Maskinur o.o. útgerð752,1989,0236,931,5
Brennievni o.t.934,51.340,8406,343,5
Bilar o.o. flutningsfør555,1550,4-4,7-0,8
Til beinleiðis nýtslu1.831,91.946,8115,06,3
Skip, flogfør o.t.348,6273,4-75,2-21,6






Innflutningurin úr Asia og Afrika veksur

Um ymisku landaøkini verða samanborin, vaks innflutningurin úr Asia mest í 2021. Tó er innflutningurin úr Afrika vaksin lutfalsliga mest seinastu árini. Seinastu 10 árini er innflutningurin úr Afrika vaksin við í miðal 20% árliga. Innflutningurin úr Afrika er nú næstan á hædd ið innflutningin úr Asia, og vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Vøruinnflutningur skiftur á landaøkiØll londNorðurlondEvropa annarsAfrikaAmerikaAsiaOsiania og póløkiniÓkent19881990199219941996199820002002200420062008201020122014201620182020199020002010202005001.000752,7 mió. kr.897,5 mió. kr.

Nógv innflutt av rávøru til fiskavirking

Lutfalsliga er rávøra til fiskavirking vaksin mest, nevniliga yvir 60%. Innflutningurin av feskum og heilum frystum fiski til virkingar vaks ávikavist 150 og 140 milliónir krónur í 2021.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkarInnflutningur tilsamansTil hav- og landbúnaðTil byggivirkiTil aðra framleiðsluBrennievni o.t.Maskinur o.o. útgerðBilar o.o. flutningsførTil beinleiðis nýtsluSkip, flogfør o.t.Rávøra til fiskavirking200020012002200320042005200620072008200920102011201220132014201520162017201820192020202119902000201020200250500750622,8 mió. kr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder