Politikkur

Inntøkuskapan er eisini haldføri

Tað eru ikki pensjónistar og heilsuútreiðslur, ið skulu tryggja haldførið og framtíðina hjá okkara børnum og barnabørnum, tað skal ein ætlan og átak um at økja um okkara inntøkur.

2023-09-26 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Kjakið seinastu tíðina hevur bert snúð seg um hvussu nógv pensjónir og heilsuútreiðslurnar økjast komandi árini, og verður hetta brúkt sum grundgeving fyri at tiltøk skulu setast í verk, herundir at pensjónsaldurin skal hækka.


Vit eiga fyrst og fremst at hava fokus á at tryggja framhaldandi inntøkuskapan við eggjandi skipanum fyri vinnu og starvsfólk, soleiðis at íverksetarahugurin og verkahugurin er ovasta málið. Um vit klára at vaksa um okkara búskap er meir til vælferð, pensjónistar og heilsuverkið.

Vakstrarforum, ið undanfarna landsstýri setti, kom við fleiri boðum uppá átøk, ið kunnu fremja framhaldandi inntøkuskapan, gjøgnum virðisvøkstur, lívlanga læring, fjølbroyttan arbeiðsmarknað, gransking, KST, burðardygd og marknaðaratgongd.


Vit kunnu ikki skatta okkum ríkari, vit skulu fáa øll sum vilja og orka at brúka sína megi, eisini penjónistar, sum hava hug og orku at arbeiða, uttan at verða mótroknaðir.


Lat okkum vaksa um køkuna við at eggja vinnuna og fólkið at brúka síni evni, so hava vit haldføri.


Bárður á Steig Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder